Tíðindi
Leiðslustørv í fólkskúlanum komandi skúlaár leys at søkja
Hevur tú áhuga og hegni at átaka tær leiðslustarv í føroyska fólkaskúlanum og virka fyri alsamt at menna skúlans arbeiði, so hevur tú møguleika at søkja niðanfyri standandi størv, sum í løtuni eru leys at søkja:
Skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri
Skúlastjóri í Fuglafjarðar skúla
Skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla
Einalærari í Oyndarfjarðar skúla (Tíðaravmarkað)
Einalærari í Fámjins skúla (Tíðaravmarkað) og
Útoyggjalærari til Kirkju- Hattarvíkar skúla (Tíðaravmarkað)
Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi, áðrenn freistin at søkja er úti.
Freistin at søkja er ymisk, og framgongur hetta í lýsingunum.
Umsóknir skulu stílast til:
Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: ummr@ummr.fo
Uttanríkis- og mentamálaráðið Ministry of Foreign Affairs and Culture Tinghúsvegur 7 - Postrúm 3279 - FO-110 Tórshavn
Tel. +298 30 65 00 - ummr@ummr.fo
V-tal 355208 - Ean nr. 5797100000942
Avgreiðslutíðir: Má.- hó. 8:00 - 16:00, frí. 8:00 - 15:00
Telefontíðir: Má.- frí. 9:00 - 15:00
Copyright © 201