Endamál
Bygnaður
Frá 1. februar 2024 er settur í verk ein nýggjur bygnaður fyri Undirvísingarstýrið.
Nýggi bygnaðurin í Undirvísingarstýrinum kann lýsast sum ein tvíbygnaður (dual organization). Ein hierakiskur bygnaður við deildum og deildarleiðslu, har ávísar uppgávur og ábyrgdir liggja á deildarleiðslum og einum toymisbygnaði, har toymir kunnu verða samansett uppá tvørs av hierakiska bygnaðinum til ítøkulgar uppgávuloysnir. Fleiri avbjóðingar í undirvísingarverkinum krevja tvørgangandi uppgávuloysnir, og verður hetta nátt við toymisskipanini.
Arbeiðsuppgávur
Undirvísingarstýrið tekur sær av fyrisitingarligum uppgávum av rakstrarligum og menningarligum slag í føroyska undirvísingarverkinum. Eisini veitir Undirvísingarstýrið skúlum, útbúgvingarstovnum og borgarum tænastur í undirvísingarhøpi, so sum vegleiðing og kt-hjálp.
Studni umsitur lestrarstuðulin til lesandi í Føroyum umframt ferðastuðul til lesandi uttanlands og ÚSUN, sum er stuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond.
Vegleiðingarstovan tekur sær av yvirskipaðari samskipan av vegleiðing í Føroyum umframt kunning um útbúgvingar- og stuðulsmøguleikar í Føroyum og uttanlands og samskipar førleikametingar.
Musikkskúlin hevur samskipandi uppgávurnar í musikkskúlaskipanini, herundir at samskifta við lokalu musikkskúlarnar um virksemi. Musikkskúlin setir allar musikkskúlalærarar í starv.
KT-deildin, stendur fyri menning og rakstri av Kervi+ og KT-hjálpini í Skúlanet.
Samskipanin av undirvísing í føroyskum sum annaðmál og skipan av økinum er í Undirvísingarstýrinum.