Send umsókn

Úrvalsíðkari

Sum úrvalsíðkari og næmingur á miðnámi ber nú til hjá tær at søkja um loyvda fráveru í samband við tín ítrótt. Til dømis í samband kappingar, venjingarlegur o.a.

Sum næmingur á miðnámi, sum fæst við úrvalsítrótt undir ÍSF fært tú:

  • Hjálp til at samskipa skúlagongd og ítróttin í samráð við ÍSF vegleiðaran á skúlanum
  • Útbúgving, sum er løgd til rættis, so at til ber at vera úrvalsíðkari
  • Møguleika fyri at umskipa innlatingar

 

Mannagongd fyri góðkenning

Fyri at verða góðkend/ur sum úrvalsíðkari, er neyðugt, at tú sendir eina umsókn til ÍSF, sum síðan gevur tær og skúlanum boð, um tú verður mett/ur at vera úrvalsíðkari. Skúlin metir síðani, um tú sum næmingur megnar at røkja tínar skyldur sum næmingur á ein nøktandi hátt, og um ískoytisundirvísing ella onnur stuðulstiltøk eru neyðug. Um tú fær góðkenning frá skúlanum, setir tú teg í samband við ÍSF vegleiðaran á skúlanum, og í felag leggja tit eina ætlan fyri skúlaárið í samráð við lærarar. Yvirlitið yvir ÍSF vegleiðarar er niðast á síðuni. Niðanfyri ber til at senda umsókn til ÍSF.

 

Hvør er úrvalsíðkari?

ÍSF ger eina heildarmeting av hvørjum einstøkum næmingi, um viðkomandi kann metast at vera úrvalsíðkari. Har verður millum annað hugt eftir hesum:

1. Er næmingurin á einum landsliði ella í einum brutto hópi?

2. Hvør er venjingarmongdin?

3. Hvørjir menningarmøguleikar eru í mun til at gerast úrvalsítróttarfólk? Meting hjá venjara verður tikin við.

4.  Er venjingin á nøktandi støði í mun til at viðkomandi kann kallast úrvalsítrottarfólk, og fylgir viðkomandi eini venjingarætlan?

Umsókn

Persónsupplýsingar og ítrottargrein (kravdur teigur*)


Meting av ítróttaligum støði

Hetta umfatar m.a venjing, dystir, stevnir, fysioterapi og styrki-venjing. Skriva tal av tímum.
Skriva tal av døgum


Her hevur tú møguleiki fyri at grundgeva fyri, hví tú eigur at verða góðkendur sum úrvalsíðkari. Hvussu sær t.d ein vanlig vika út við tínum ítrótti í mun til tímar nýttir til ítrótt pr dag?

Um tú hevur viðkomandi fílur, sum skulu sendast við umsóknini, so kanst tú leggja tær upp her.

Treytirnar fyri góðkenning

Sum úrvalsíðkari verður væntað av tær, at tú ger tað, sum krevst fyri at fáa tína útbúgving. Tú hevur sjálv/ur ábyrgd av at røkja tína miðnámsútbúgving, ímeðan tú ert burtur frá skúlanum í ítróttarørindum. Næmingur og lærari skulu samskifta týðuliga sína millum og halda avtalur.

Tú eigur sum næmingur at vera lestrarvirkin og raðfesta útbúgvingina. Tað vil siga:

  • Altíð samskifta við skúlan í góðari tíð í mun til tína fráveru
  • Loysa avtalaðu uppgávurnar, ímeðan tú ert burtur
  • Samskipa lesturin, tá tú er burtur, saman við ÍSF vegleiðaranum á skúlanum
  • Arbeiða miðvíst uppá skúlating í áleið 2 tímar um dagin, ímeðan tú ert burtur

Skúlin skal fylgja við tíni lestrarstøðu. Um tín lestrarstøða ikki er nøktandi, kann skúlin veita ískoytisundirvísing, ella taka burtur tína støðu sum úrvalsíðkari. Sum úrvalsíðkari hevur tú møguleika fyri ískoytisundirvísing, tá tú kemur heim aftur 1 timi pr dag, tú ert burtur.

Meting um lestrarstøðuna er ein heildarmeting, sum byggir á vanligu skilhaldsreglurnar, at avtalur í mun til útbúgvingina verða hildnar og at tað ber til at fáa gerandisdagin við skúlatingum og ítrotti at hanga saman.

Lestrarvegleiðarar

Turið Petursdóttir. Vegleiðari, Miðnám á Kambsdali


Telefonnummar: +298 286100
Teldupostur: tpe@kambsdalur.fo

Hans Mikkelsen. Vegleiðari, Glasir


Telefonnummar: +298 504659
Teldupostur: ham@glasir.fo

Karin Kirke Petersen. Vegleiðari, Tekniski Skúlin í Klaksvík


Telefonnummar: +298 287420
Teldupostur: karink@tsk.fo

Hans Jacob Kollslíð. Vegleiðari, Miðnám í Vestmanna

Telefonnummar: 790370

Teldupostur: hans.jacob@skulin.fo 

Marita G. Nielsen. Vegleiðari, Miðnám í Suðuroy

Telefonnummar: +298 220543

Teldupostur: marita.gunnarstein.nielsen@skulin.fo

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.