Hugbreyt
Útbúgvingargongd/ lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Freist at søkja: 15.mars
Staður: Glasir Tórshavn, Miðnám á Kambsdali og Miðnám í Suðuroy
Bókastuðul: Ja
Lestrarstuðul: Ja
Lestrarlán: Ja
Á hugbreytini verður dentur lagdur á málslig og hugvísindalig evni. Eisini verður dentur lagdur á almennandi evni so sum skapandi lærugreinar og náttúrulærugreinar.
Undirvísingin á hugbreytini er nakað øðrvísi enn hon, tú kennir frá fólkaskúlanum. Nógv er vanlig floksundirvísing, men bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av gerandisdegnum. Á hugbreytini fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum.
Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíðina eru vanlig, á hugbreytini.
Felags- og breytarlærugreinar
• Enskt B
• Føroyskt A
• Søga A
• Ítróttur og heilsa C
• Landafrøði C
• Lívfrøði C
• Religión C
• Samfelagsfrøði C
• Støddfrøði C
Vallærugreinar
Á hugbreytini skalt tú velja nakrar vallærugreinar. Tá hesar verða valdar, eru nakrar treytir, sum skulu tryggja, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.
Ein listalærugrein skal veljast á C-stigi
Ein mállærugrein skal veljast á A-stigi
Ein onnur mállærugrein á B-stigi ella danskt A (um valið ikki er danskt A, verður ein felagslærugrein, breytarlærugrein ella tónleikur lyft frá B til A)
Tvær felagslærugreinar, breytarlærugreinar ella listalærugreinar skulu lyftast frá C til B
Allir næmingar sum byrja á Glasir, skulu, umframt breyt, eisini velja eina lestrarleið. Kunna teg nærri um leiðirnar á Glasir her: Glasir.fo/vel-breyt-2022/
Framtíðarmøguleikar
Við einum prógvi frá hugbreytini kanst tú søkja inn á allar hægri framhalds-útbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum framhaldsútbúgvingarnar seta viðvíkjandi lærugreinum og lærugreinastigum.
Við einum prógvi frá hugbreytini hevur tú serliga ognað tær førleika at søkja inn á tær hugvísindaligu framhaldsútbúgvingarnar.