Yrkisútbúgvingar
Yrkisútbúgvingar
Yrkisútbúgvingar hava sum yvirskipað endamál at geva næmingum fakligan førleika til ávís yrki. Ein yrkisútbúgving tekur vanliga umleið 4 ár, fevnir um bæði skúlagongd (millum 1 og 1 ½ ár) og verkliga læru á einum læruplássi (millum 2 ½ og 3 ár) og krevur, at lærusáttmáli er gjørdur millum lærling og lærupláss. Yrkisútbúgvingar verða flokkaðar í 9 øki:
- Byggiyrkið
- El- og samskiftisyrkið
- Flutningsyrkið
- Grafiska yrki og miðlayrkið
- Handils- og skrivstovuyrkið
- Heilsuútbúgvingar
- Matvøruyrkið
- Tænastu- og tilvirkisyrkið
Sum støði undir yrkisútbúgving kann næmingur byrja við einum støðisári. Støðistbúgvingin kann eisini enda við sjálvstøðugum prógvi, ið gevur møguleika til framhaldandi lestur:
- Støðisútbúgving í fyrisiting, handli og skrivstovu (FHS)