Tøknibreyt

Útbúgvingargongd/ lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Freist at søkja: 15.mars
Staður: TSK í Klaksvík
Bókastuðul: Ja
Lestrarstuðul: Ja
Lestrarlán: Ja

Á tøknibreytini verður dentur lagdur á náttúruvísindaligu lærugreinarnar støddfrøði, tøkni, alisfrøði, lívfrøði og evnafrøði.

Eitt av eyðkennunum á tøknibreytini er, at arbeiðshættirnir eru øðrvísi enn teir, tú kennir frá fólkaskúlanum. Undirvísingin er í stóran mun skipað sum verkætlanir og fer fram á starvsstovum og verkstøðum, har tú í stóran mun roynir skúlalærdóm í verki.

Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíð-ina eru vanlig.

Undirvísingin er á TSK í Klaksvík.

Felags- og breytarlærugreinar

•    Føroyskt A

•    Tøkni A

•    Alisfrøði B

•    Enskt B

•    Evnafrøði B

•    Støddfrøði B

•    Tøknifrøði B

•    Ítróttur og heilsa C

•    Lívfrøði C

•    Samfelagsfrøði C

•    Samskiftistøkni C

•    Søga C

Vallærugreinar

Á tøknibreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá hesar verða valdar, er ein treyt, at ein teirra skal lyfta eina felags- ella breytarlærugrein frá B til A. Hetta tryggjar, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.

Framtíðarmøguleikar

Við einum prógvi frá tøknibreytini eru fjølbroyttir møguleikar – alt eftir hvørjar lærugreinar tú velur. Tøknibreytin vendir sær serliga til tey, sum ætla sær at fara undir eina tøkniliga ella náttúruvísindaliga útbúgving sum t.d. verkfrøði. Annars ber til við einum prógvi frá tøknibreytini at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar, tó við teimum avmarkingum, sum útbúgving-arstovn-arnir seta um ávísar lærugreinar á ávísum stigi.

TSK í Klaksvík

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.