Vinnuskúlar
Vinnuháskúlin
350 250
info@vh.fo
vh.fo
Stjóri: Símun Poulsen
Sjónám
Heilsuskúlin
heilsuskulin.fo
Heilsuskulin@skulin.fo
Tel 61 42 10
Stjóri: Vivie Davidsen
Hægri nám
Tel 616600
Stjóri: Una Joensen
Dekanur fyri Hægri Nám: Finn Jensen
Húsarhaldsskúli Føroya
- Maritimar útbúgvingar eru førleikagevandi útbúgvingar, sum liggja millum fólkaskúla og hægri útbúgvingar. Útbúgvingarnar og skeiðini eru skipað sambært altjóða krøvum, hava altjóða IMO-góðkenning og lúka øll STCW krøv. Skúlarnir eru útgjørdir við allari nýmótans tøkni, so sum maskin- og navigatørsimulatorum. Trygdardepilin er partur av Vinnuháskúlanum, útgjørdur eftir galdandi krøvum, og virksemið fer fram eftir IMO góðkendari góðskustýriskipan, og skeiðini lúka krøvini í STCW-konventión og ásetingum frá føroyskum myndugleikum. Eisini verða skeið hildin í grundleggjandi eldsløkking, fyri starvfólki á virkjum og stovnum, ella einstaklingum. Nærri frágreiðingar um maritimu útbúgvingarnar og skeiðini eru at finna á heimasíðuni hjá Vinnuháskúlanum og Sjónám.
- Heilsuskúlin bjóðar út útbúgvingar sum heilsuhjálpari (HHJ), heilsurøktari (HRØ) og námsfrøðihjálpari.
- Á HHJ lærir tú um røkt, umsorgan og stuðul til dagligt virksemi við støði í lívssøgu borgarans. Eftir lokna útbúgving kanst tú starvast í heimatænastuni, á ellis- og røktarheimum og í eldrasambýlum runt landið. Heilsuhjálparaútbúgvingin gevur atgongd til heilsurøktaraútbúgvingina.
- Á HRØ lærir tú um likamliga og sálarliga sjúkrarøkt, umsorgan við endurmenning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum endamál. Tú arbeiðir á sjúkrahúsi, ellisheimi, sambýli ella á øðrum heilsufakligum øki.
- Á námsfrøðihjálpara lærir tú at arbeiða sjálvstøðugt við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum. Arbeið innan dagstovna-, skúla- og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.
- Hægri Nám kemur undir stuttar framhaldsútbúgvingar og parttíðarútbúgvingar, sum hava sum yvirskipað endamál at geva lesandi fakligan førleika til ávís yrki. Útbúgvingarnar verða bodnar út á Glasir. Møguleiki er at lesa stutta framhaldsútbúgving í kunningartøkni, byggitøkni og framleiðslutøkni. Hesar útbúgvingar, sum vanliga taka millum 2 og 2½ ár, geva møguleika fyri framhaldi á bachelorstigi. Treytin fyri at verða tikin inn á eina stutta framhaldsútbúgving er lokin miðnámsútbúgving. Somuleiðis er møguleiki at lesa parttíðarútbúgvingar í búskapi, marknaðarførslu og leiðslu á akademi- og diplomstøði. Parttíðarútbúgvingarnar taka millum 2½ og 4 ár, og geva tær møgleika fyri framhaldandi útbúgving. Akademistigið gevur møguleika at lesa framhald á diplomstigi og diplomstigið gevur møguleika til framhaldi á masterstigi. Í ávísum førum geva parttíðarútbúgvingarnar eisini møguleika til at halda fram á bachelorstigi og/ella kandidatstigi. Upptøkutreytirnar til parttíðarútbúgvingarnar eru treytaðar av, hvat fyri slag av útbúgving talan er um, og á hvørjum stigi útbúgvingin er.