Tilfeingisbreyt
Útbúgvingargongd/ lestrartíð: 3 ár
Skúlabyrjan: August
Freist at søkja: 15.mars
Staður: Miðnám í Vestmanna
Bókastuðul: Ja
Lestrarstuðul: Ja
Lestrarlán: Ja
Á tilfeingisbreytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum, og breytin er serliga ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardygd. Tískil er talan um eina grøna breyt.
Eitt av eyðkennunum við tilfeingisbreytini eru arbeiðshættirnir, sum eru
øðrvísi enn teir, tú kennir frá fólkaskúlanum. Undirvísingin er í stóran mun skipað sum verkætlanir við grundarlagi í arbeiði á starvsstovu, á granskingarstovnum og úti í náttúruni, har tú sleppur at royna skúlalærdóm í verki.
Námsferðir, virkisvitjanir og smærri verkætlanir uttanfyri skúlan og skúlatíð-ina eru vanlig.
Undirvísingin er á Miðnámi í Vestmanna.
Felags- og breytarlærugreinar
• Føroyskt A
• Tilfeingi A
• Enskt B
• Evnafrøði B
• Lívfrøði B
• Støddfrøði B
• Søga C
• Tilfeingisfrøði B
• Alisfrøði C
• ítróttur og heilsa C
• Samfelagsfrøði C
• Samskiftistøkni C
Vallærugreinar
Á tilfeingisbreytini skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Tá hesar verða valdar, er ein treyt, at ein teirra skal lyfta eina felags- ella breytarlærugrein frá B til A. Hetta tryggjar, at samlaða lærugreinasamansetingin í próvnum er í samsvari við endamálið hjá breytini.
Framtíðarmøguleikar
Við prógvi frá tilfeingisbreytini er tað mest sjálvsagt at lesa náttúrufrøðiligar lærugreinar sum lívfrøði, tilfeingisfrøði, umhvørvisvísindi og umhvørvisbúskap, men til ber eisini at velja aðra útbúgvingarleið. Prógvið gevur almennan lestrarførleika javnsett hinum breytunum við teimum avmarkingum, sum hægri útbúgvingarstovnar seta um ávís stig í ávísum lærugreinum. Við próvnum kanst tú tó eisini skapa tær eina framtíð sum t.d. náttúruvegleiðari, lívfrøðiatstøðingur ella íverksetari.