Tíðindi

02. apríl 2024

Ráðstevna um Nordplus í Føroyum

17. apríl verður fokus sett á Nordplus verkætlanir, sum føroyingar luttaka í við eini ráðstevnu, sum varpar ljós á verkætlanir og møguleikar við Nordplus skipanini. Ráðstevnan er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Nordplus er eitt samstarv millum ellivu tjóðir: norðurlondini Danmark, Finnland, Ísland, Noregi, Svøríki, Grønland og Føroyar, umframt baltisku londini Estland, Letland og Litava. Stuðulsskipanirnar í Nordplus eru rúgvusmiklar, og á hvørjum ári eru føroyingar við í verkætlanum innan fleiri øki. Innan undirvísing er tað alt frá hægri lesnaði, miðnámi, til fólkaskúlan, sum kunnu fáa gleði av Nordplus. Endamálið er at skapa samstarv og netverk í millum londini og menna góðsku, skapanarevni og nýhugsan í undirvísingini.

Sum dømi kann nevnast, at Sankta Frans Skúli í Havn hevur luttikið í Norðplus-junior, sum er ein skipan fyri undirvísingarøkið, sum stuðlar samstarvi millum skúlar og næmingar. Í tí sambandi hevur m.a. ein 7. flokkur samstarva við skúlar í Danmark og Íslandi um burðardyggar vanar, og ein annar flokkur hevur samstarva um grøna orku, mentan og ríkisfelagsskap. Flokkarnir, sum luttaka, vitja hini samstarvslondini og taka ímóti teimum flokkum, sum vitja í Føroyum. Skúlin nevnir, at samstarvið er sera mennandi og letur dyrnar upp fyri øðrvísi undirvísingarhættum, har til ber at uppliva aðrar mentanir, felagseyðkenni og mennast á hendan hátt.

Áhugafeløg og vaksin kunnu eisini gagnnýta møguleikarnar við Nordplus til ymiskar verkætlanir.

Tórshavnar Kvøldskúli hevur luttikið í skipanini fyri vaksin, Nordplus-adult, í einum samstarvi við Danmark og Grønland, sum hevur til endamál at styrkja bondini millum londini innan felagslív. Verkætlanin hevur millum annað ment ein talgildan vitanarportal, sum skal stuðla undir sambond og samstarv, har m.a. viðkomandi tilfari, politisk skjøl, yvirlit yvir stuðulsmøguleikar og annað viðkomandi tilfar, er at finna.

Hetta eru bara nøkur av mongum dømum um møguleikar við Nordplus.

Á ráðstevnuni ber til at hoyra nærri um mongu møguleikarnar við Nordplus.

Ráðstevnan verður 17. apríl í Norðurlandahúsinum kl. 13.00.

Sí skránna her

Tilmelding á heimasíðuni hjá Vegleiðingarstovuni vegleiding.fo


20. desember 2024
Jólafrí
21. november 2024
Undirvísing fyri teimum, sum arbeiða við flóttafólki úr Ukraina
18. november 2024
Kom í lestrarstarv á Studna
18. oktober 2024
Skúlastýrisval 2024
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.