Serflokkur fyri autismuøkið
Útbúgvingargongd/ lestrartíð: 4 ár
Skúlabyrjan: August
Freist at søkja: 15.mars
Staður: Glasir Tórshavn
Bókastuðul: Ja
Lestrarstuðul: Ja
Lestrarlán: Ja
Serflokkur innan autismuøkið er ætlaður ungum, sum hava tørv á serliga skipaðum skúlatilboðum, har stuðulsfyriskipanir eru í og – um neyðugt – eftir skúlatíð.
Vanligu upptøkukrøvini til miðnám eru galdandi fyri hendan flokkin.
Eyðkenni við flokkinum eru, at floksundirvísingin er serliga skipað og fer fram í flokki við fáum næmingum. Bólka- og verkætlanararbeiði er eisini partur av gerandisdegnum. Í flokkinum fært tú eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt við størri uppgávum. Námsferðir, vitjanir og smærri verkætlanir eru vanlig.
Flokkurin hevur eina felags breyt. Harnæst skal næmingurin velja nakrar vallærugreinar. Hesar verða valdar eftir ávísum treytum fyri at tryggja, at prógvið uppfyllir formligu krøvini á breytini.
Framtíðarmøguleikar
Við einum prógvi frá serflokki hevur tú ognað tær førleika at søkja inn á ymsar hægri lærustovnar, alt eftir hvørjar lærugreinar eru og verða valdar.
Tikið verður upp til autismuflokkin í 2022, og flokkurin verður boðin út aftur í 2024.