Fólkaskúli

Fólkaskúlin er almenni skúlin, sum bjóðar undirvísing í 9 ára grundskúla og sjálvbodna 10. árið. Harumframt kann landsstýrismaðurin í Barna- og Útbúgvingarmálum loyva kommunum at stovna 1 árs forskúlaflokkar.
Uppgávan hjá fólkaskúlanum er at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Undirvísingarstýrið fyrisitur fólkaskúlan, hevur fíggjarligt eftirlit, umframt eftirlit við, at reglur og áløgd tiltøk og próvtøkur í fólkaskúlanum verða hildin.