Útbúgvingar
Maritimar útbúgvingar í Føroyum
Maritimar útbúgvingar eru førleikagevandi útbúgvingar, sum liggja millum fólkaskúla og hægri útbúgvingar. Útbúgvingarnar og skeiðini eru skipaði sambært altjóða krøvum og hava altjóða IMO-góðkenning. Tveir almennir stovnar veita maritimar útbúgvingar og skeið. Nærri frágreiðingar um útbúgvingarnar og skeiðini eru at finna á heimasíðum stovnsins.
Vinnuháskúlin
Skipsførari
Maskinmeistari
Skipari
Maskinistur
Øll kravd skeið
Sjónám
Skipari
Grundskeið og endaskeið í útbúgving til skipsatstøðara
Skeið til sjó- og frálandavinnuna v.m.
Stuttar framhaldsútbúgvingar og parttíðarútbúgvingar
Stuttar framhaldsútbúgvingar og parttíðarútbúgvingar hava sum yvirskipað endamál at geva lesandi fakligan førleika til ávís yrki. Útbúgvingarnar verða bodnar út á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla.
Stuttar framhaldsútbúgvingar
Møguleiki er at lesa stutta framhaldsútbúgving í kunningartøkni, byggitøkni og framleiðslutøkni. Hesar útbúgvingar, sum vanliga taka millum 2 og 2½ ár, geva møguleika fyri framhaldi á bachelorstigi. Treytin fyri at verða tikin inn á eina stutta framhaldsútbúgving er lokin miðnámsútbúgving.
Parttíðarútbúgvingar
Somuleiðis er møguleiki at lesa parttíðarútbúgvingar í búskapi, marknaðarførslu og leiðslu á akademi- og diplomstøði. Parttíðarútbúgvingarnar taka millum 2½ og 4 ár, og geva tær møgleika fyri framhaldandi útbúgving. Akademistigið gevur møguleika at lesa framhald á diplomstigi og diplomstigið gevur møguleika til framhaldi á masterstigi. Í ávísum førum geva parttíðarútbúgvingarnar eisini møguleika til at halda fram á bachelorstigi og/ella kandidatstigi. Upptøkutreytirnar til parttíðarútbúgvingarnar eru treytaðar av, hvat fyri slag av útbúgving talan er um, og á hvørjum stigi útbúgvingin er.
Nærri fæst at vita um útbúgvingarnar við at venda sær til skúlan.