Aðrir skúlar

Á fíggjarlógini er peningur settur av til "Fólkaupplýsing", ið fevnir um hesi øki:

Føroya Fólkaháskúli (Stuðulsjáttan)
Ítróttaháskúlin í Suðuroy (Stuðulsjáttan)
Rótin (Húsarhaldsskúlin) (Stuðulsjáttan)
Frítíðarundirvísing (Rakstrarjáttan)
Musikkskúlar (Rakstrarjáttan)
Felagið fyri lesi- og skriviveik (Stuðulsjáttan)
Føroyskt sum annaðmál - Vaksin (Rakstrarjáttan)

 

Føroya Fólkaháskúli er sjálvsognarstovnur. Endamálið við skúlanum er at vekja ans fyri andligum og kropsligum mentum, og at menna føroyska sjálvsfatan og føroyskt medvit.

Ítróttaháskúlin er sjálvsognarstovnur. Endamálið við skúlanum er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu og persónligu menningini.

Rótin (gamli Húsarhaldsskúli Føroya) er sjálvsognarstovnur. Skúlin gevur almennandi undirvísing við serligum atliti til heimið og familjuna. Skúlin skipar fyri árligum skeiði, sum er 26 vikur frá august til februar, og fleiri stutt skeið frá mars til juni mánaða.

Kommunurnar fáa stuðul til at seta í verk frítíðarundirvísing, at skipa fyri landsumfatandi frítíðarundirvísing, skeiðum fyri lærarum í frítíðarundirvísingini og útgerð og umboðan til at fyrisita játtanina til frítíðarundirvísing.

Skipaða musikkskúlaundirvísingin í Føroyum virkar eftir Ll. nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlakipan. Musikkskúlastjórin hevur námsfrøðiligu ábyrgdina og samskipar undirvísingina.

Endamálið við játtanini til Felagið fyri lesi- og skriviveik er at veita ein árligan stuðul til felagið, ið hevur sum endamál at hjálpa og stuðla teimum, ið hava lesi- og skrivitrupulleikar.

Føroyskt sum annaðmál undirvísing og útbúgving verður boðin øllum útlendingum í Føroyum, sum hava fingið uppihaldsloyvi í Føroyum og sum eru yvir undirvísingarskyldugan aldur. Undirvísingin er staðsett í løtuni á miðnámsskúlum kring landið.

Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.