Tíðindi
Nordplus kunningarfundur 29. apríl
Hevur tú hug at vita meira um, hvussu Nordplus stuðulsmøguleikin kann nýtast í tínum arbeiði, útbúgving, fakfelag ella øðrum virksemi? Nordplus vendir sær bæði til skúlar, skúlaungdóm, fakfeløg, starvsfólk, fyritøkur o.o.
Áhugaverdur kunningarfundur um Nordplus verður á Glasir, Tórshavn 29. apríl kl. 14.
Á kunningarfundinum fara umboð frá umsitingini hjá Nordplus at greiða frá møguleikunum í Nordplus programinum. Dentur verður lagdur á, hvussu eisini fakfeløg og aðrir felagsskapir kunnu taka lut í verkætlanum og samstarvi.
Nordplus gevur møguleika at menna samstarv og verkætlanir saman við samstarvspørtum í Norðurlondum og Baltikum. Skipanin er ikki bert fyri skúlar – eisini felagsskapir og fakfeløg kunnu vera við og taka stig til verkætlanir, sum menna vitan, førleikar og samstarv tvørtur um lond.
Fundurin hevur til endamáls at geva íblástur, vísa á ítøkiligar møguleikar og svara spurningum hjá teimum, sum hava hug at kanna, hvussu Nordplus kann nýtast í egnum arbeiði og virksemi.
Les skránna her
Vinaliga boðið okkum frá, um tú luttekur á kunningarfundinum, við at melda til á heimasíðuni hjá okkum:
Seinasta freist at melda til er 27. apríl 2026.
Nordplus kunningarfundur 29. apríl
Farloyvisstarvið sum skúlastjóri í skúlanum í Eysturkommunu
Sign up for Faroese as a second language courses