Tíðindi
28. august 2025
Skúlastjóri i Sumba
Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Amy Martinsdóttir Thomsen í starv sum skúlastjóri í Sumbiar skúla frá 1. oktober 2025 at rokna.
Amy er 46 ára gomul og býr í Sumba.
Hon tók læraraprógv frá University College Nordjylland (UCN) í Ålborg í 2013. Hon hevur eisini eykaprógv í føroyskum og svimjilæraraprógv frá Føroya læraraskúla.
Amy hevur royndir sum læraravikarur frá Vágs skúla frá 2008-2010 og frá Sumbiar skúla frá 2010-2013. Síðani 2013 hevur Amy starvast sum lærari í Sumbiar skúla. Hon hevur undirvíst í øllum flokkum (1.-7. fl.) og í øllum lærugreinum.
04. september 2026
Undirvísingarstýrið stongt 7. september 2026
24. august 2026
Kunningar- og samskiftisfólk til Erasmus+
10. august 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt
12. juli 2026