Tíðindi
07. juli 2025
Skúlastjóri í Velbastaðar skúla
Landstýrissmaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Rannvá Margreta Matras-Olsen í starv sum skúlastjóri í Velbastaðar skúla frá 1. august 2025 at rokna.
Rannvá er 42 ára gomul og býr í Vestmanna.
Hon tók læraraprógv í 2011 frá Føroya læraraskúla og í 2014 ískoytisútbúgving til Bachelor of Education.
Rannvá hevur royndir frá Vestmanna skúla síðani 2011. Hon hevur undirvíst í øllum deildum í skúlanum, á Melini og seinastu 3 árini røkt uppgávuna sum kt-vørður í Vestmanna skúla.
Rannvá fór í 2023 undir leiðsluútbúgvingina Master í leiðslu og skipan á Fróskaparsetri Føroya, og hevur í summar lokið fyrsta stig, diplom á masterstigi í leiðslu og skipan.
12. juni 2026
Skúlastjóri til Skúlan við Løgmannabreyt (endurlýsing)
09. juni 2026
Einalærari í Haraldssunds skúla
02. juni 2026
Skúlastjóri í Sørvági
26. mai 2026