Tíðindi

14. februar 2025

Søk inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgving umvegis Vangan

Nú verður møguligt at søkja inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgvingar til komandi skúlaár umvegis vangan. Innskrivingin er tøk frá leygardegnum 15. feb. á miðdegi. Søk á Vanganum her

Eisini er møguligt, sum áður, at søkja við papírssumsøkn, sum sæst her.

Ein gymnasial miðnámsútbúgving tekur vanliga trý ár og gevur førleikar til framhaldslestur á hægri lærustovni í Føroyum ella uttanlands. Ein yrkisútbúgving tekur vanliga fýra ár, har meginparturin av læruni fer fram á einum virki, og umleið ein fjórðingur av tíðini er skúlagongd. Við eini yrkisútbúgving verður tú til reiðar at arbeiða sum faklærdur. Vegleiðing til innskrivingina sæst her.

Útbúgvingartilboðini eru mong, og tí kann vera torført at velja útbúgving. Í ár er í hesum sambandi gjørd ein app, sum eitur ”Útbúgvingar”, sum kunnar um gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar og yrkisútbúgvingarnar í 2025. Appin kann takast niður í app store ella google play. Leinkja til App Store og leinkja til Google Play 

Skúlarnir kunna um tær útbúgvingar, sum teir bjóða út. Har eru vegleiðarar, sum vegleiða, um spurningar eru. Tað ber eisini til at venda sær til Vegleiðingarstovuna. Les meira á vegleiding.fo

Um tú ynskir at velja eina yrkisútbúgving, er Yrkisdepilin til reiðar at vegleiða um yrkisútbúgvingar. Les meira um yrkisútbúgvingar og Yrkisdepilin á yrkisdepilin.fo  

Í næstum fara skúlarnir sum vant at skipa fyri kunningartiltøkum kring landið. Til ber at lesa meira um kunningartiltøkini á facebook síðunum hjá miðnámsskúlunum og Vegleiðingarstovuni á vegleiðing.fo

Umsóknarfreistin til gymnasialt miðnám og yrkisútbúgvingar er 15. mars 2025.


14. februar 2025
Søk inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgving umvegis Vangan
12. februar 2025
Finn tína útbúgving við nýggjari app
20. desember 2024
Jólafrí
21. november 2024
Undirvísing fyri teimum, sum arbeiða við flóttafólki úr Ukraina
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.