Tíðindi

11. juli 2024

Hanus Joensen farin frá fyri aldur

Í dag var hátíðarhald á Undirvísingarstýrinum í samband við, at Hanus Joensen, ráðgevi á fólkaskúlaøkinum, fer frá fyri aldur.

Mong munnu kenna Hanus frá hansara tíð innan fólkaskúlan. Hanus var millum annað í mong ár skúlastjóri, fyrst í Tórshavnar kommunuskúla og síðan samanlagda Skúlanum á Fløtum. Hanus er eisini kendur fyri so mangt annað. Millum annað sum hondbóltspælari, telvari, kórleiðari og urguspælari. Hanus hevur síðan 2017 starvast sum ráðgevi í Undirvísingarstýrinum innan fólkaskúlaøkið.

Stjórin á Undirvísingarstýrinum, Hjalmar Hansen, handaði Hanusi eina gávu og bar fram eina heilsan, har hann millum annað segði: ”Góði Hanus, tú hevur nú í 50 ár tænt føroyska fólkaskúlanum. Sum vanligur lærari, sum skúlastjóri og sum ráðgevi. Tú hevur hesi árini upplivað og verið við til at myndað stórar broytingar í fólkaskúlaskipanini. Tað, at hava ein góðan skúla, trúgvi eg, hevur øll hesi 50 árini, staðið fremst í tínum huga. Tú ert framskygdur og sært heldur møguleikar enn forðingar, og smæðist ikki við at eggja okkum øllum til at seta okkum høg mál.”

Starvsfelagarnir á Undirvísingarstýrinum vilja takka Hanusi fyri tíðina og ynskja honum blíðan byr fram yvir.


05. juni 2025
Kunningarfundir fyri tilflytarar
03. juni 2025
Skúlastjóri til Velbastaðar skúla
06. mai 2025
Tíðaravmarkað størv sum skúlastjóri í skúlanum á Fossánesi og einalæra…
15. apríl 2025
LÆRARASTØRV Í FÓLKASKÚLANUM
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.