Tíðindi

20. desember 2023

Erasmus+ letur dyrnar upp fyri umheiminum

Jólini nærkast í hvørjum, og í hesum døgum er nógv prát um jólagávur. ES lutar eisini út á hvørjum ári eina gávu við Erasmus+ stuðulsskipanini, sum ger tað lættari hjá m.a. lesandi og lærlingum at koma út í heim. Undirvísingarstýrið skipaði fyri eini verkstovu 18. des., sum umrøddi møguleikarnir við at gerast partur av Erasmus+. Verkstovan vendi sær serliga til skúlaskipanina og onnur, sum kunnu gagnnýta Erasmus+. Stuðulsskipanin fevnir nevnliga bæði um dagstovnaøkið, fólkaskúlaøkið, eftirskúlar- og háskúlar, miðnámsskúlaøkið, yrkisrættaðar útbúgvingar, vaksnamannaútbúgving, hægri útbúgving, eftirútbúgving, umframt stuðul til verkætlanir innan ungdómsarbeiði og ítrott.

Verkstovan hevði luttøku bæði úr Føroyum, Danmark og Íslandi. Kristianna Sjóvará, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Jørgen Meitilberg, varastjóri í Undirvísingarstýrinum, greiddu frá um Erasmus+ og hvat skal til fyri at gerast partur av skipanini. Føroyar og ES hava í mai 2022 undirritað sáttmála um luttøku Føroya í samstarvsætlanum hjá ES og tilhoyrandi frumskjal viðvíkandi tilknýti Føroya til Horizon Europe, (ES skráin fyri gransking og nýskapan). Undirritaði sáttmálin er liður í eini nýggjari skipan hjá ES fyri atlimaskap hjá triðjalondum, ið umfatar allar atlimaskapir í samstarvsætlanum hjá ES. Sáttmálin gevur harvið Føroyum møguleika at samráðast um eisini at gerast partur av Erasmus+. Fyrst í komandi ári verður politisk støða tikin til málið um at heita á ES um samráðingar um atlimaskap í Erasmus+.

Erasmus+ veitir stuðul til altjóða verkætlanir innan flytføri og samstørv. Flytføri vil siga, at næmingar, lesandi og lærarar, námsfrøðingar, starvsfólk, venjarar o.o. luttaka í verkætlanum uttanlands fyri at leita sær íblástur, vitan og royndir. Samstørv fevnir um størri verkætlanir við í minsta lagi 3 samstarvspørtum frá 3 ymiskum Erasmus+ londum. Harumframt er altjóða samstarvsskipanin, Erasmus Mundus, innan hægri útbúgving, har útbúgvingarstovnar kunnu menna og bjóða út felags útbúgvingar á master stigi við stuðli frá Erasmus+.

Samlaða ES játtanin til Erasmus+ er fyri tíðarskeiðið 2021 – 2027 heilar 26,2 mia. evrir. Grannalondini hava notið væl av Erasmus+. Til dømis er játtanin í Danmark 377 mió. kr. í 2024. Erasmus+ fevnir um øll ES londini, EØS londini og m.a. Noregi og Ísland. Føroyar eru einasta Norðurland, sum ikki er partur av Erasmus+, og tískil ikki enn fær gagnnýtt hesar møguleikar.

Á verkstovuni vóru framløgur úr grannalondunum Íslandi og Danmark – bæði frá hægri lærustovni, yrkisskúla, kommunu og miðnámi. Hesi greiddu frá teirra royndum við Erasmus+. Lisbeth Kodal, altjóða samskipari hjá Varde og Esbjerg Kommunu nevndi, at har í økinum er stórur tørvur á arbeiðsmegi, og Erasmus+ er við til at økja um førleikarnar í økinum, betra um trivnaðin og tryggja góðskuna á vitan og sínámillum vitanarútlutan. Kommunan metir tí, at Erasmus+ er ein gáva til kommununa og skúlaskipanina.

Mette Præstin Brandt, útbúgvingarleiðari á Gladsaxe Gymnasium og Ágústa Unnur Gunnarsdóttir, altjóða samskipari í íslendska yrkisskúlanum Fjölbrautaskólinn í Breiðholti, nevndu, at har høvdu nógvir næmingar og lærarar gagnnýtt Erasmus+ skipanina.

Anne Mette Wohl, Rasmussen, útbúgvingarsamskipari á Københavns Universitet metir, at altjóðagerðin við Erasmus+ gevur eitt eykavirði til skúlaskipanina, betrar um góðskuna á frálæruni, økir um trivnaðin og fakliga støðið hjá lærarum. Bæði lesandi og lærarar fáa víðari sjónarring, og Erasmus+ gevur atgongd til servitan og serligar førleikar. T.d. kann ein lærarari við Erasmus+ skipanini økja um sína servitan við at fara í nakrar mánaðir á ein hægri læristovn í einum øðrum landi við servitan innan eitt ávíst øki.

Umboðini úr grannalondunum vóru samd um, at tað krevur eisini nakað at gerast partur av Erasmus+. Serliga í byrjanini kann tað vera ein avbjóðing at fáa góðkenningar og avtalur uppá pláss. Erasmus+ krevur eisini at londini hava eina tjóðarskrivstovu, sum umsitur limaskapin, stuðulin og samskipar luttøkuna av Erasmus+.


14. februar 2025
Søk inn á gymnasialt miðnám og yrkisútbúgving umvegis Vangan
12. februar 2025
Finn tína útbúgving við nýggjari app
20. desember 2024
Jólafrí
21. november 2024
Undirvísing fyri teimum, sum arbeiða við flóttafólki úr Ukraina
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.