Tíðindi

30. januar 2023

UNITED WORLD COLLEGE

At uppliva og gerast partur av einum spennandi og mennandi altjóða
skúlaumhvørvi! Ja, so hevur tú møguleika at søkja um upptøku á
United World College í Dale Kommune, sum liggur umleið 100 km
norðan fyri Bergen.
United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum
føroyskum skúlanæmingi at taka altjóða miðnámssprógv, kallað IB
(International Baccalaureate), á einum altjóða miðnámsskúla í Dale
Kommune í Noregi. Treytin fyri at søkja er, at tú á sumri 2023 hevur
lokið fyrsta árið í eini 3 ára gymnasialari miðnámsútbúgving,
IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial
miðnámsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu
møguleikar innan hægri framhaldslestur, t.e universitet og líknandi,
sum eitt føroyskt miðnámsprógv.
Endamálið hjá UWC RCN skúlanum er, at útbúgving skal vera við til
at fremja frið, sátt og eina burðadyggari framtíð. Hetta verður m.a.
gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa
saman í skúlanum.
Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum.
Hetta merkir, at umsøkjari ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum
útibúgvandi.
Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært
galdandi reglum hjá Studna. Upphæddin er í 2023 kr. 3.100.
Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til formannin í
UWC Føroyum, Claus Reistrup, á telefon 555037 ella til
lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna
fleiri upplýsingar um skúlan í Noregi á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no/
Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook.
Umsókn um upptøku á UWC RCN, avrit av seinastu støðumetunum
saman við einari frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í
umsóknarblaðinum, skulu umvegis teldupost sendast
claus.reistrup@icloud.com í seinasta lagi týsdagin 14. februar 2023.
Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða mikudagin 23. februar
2023, kl 16 í Tórshavn. Fráboðan um staðið verður send
umsøkjarunum.
Umsóknarblaðið um upptøku á UWC RCN er at finna á heimasíðuni
hjá Vegleiðingarstovuni https://vegleiding.fo/, Reyða Krossi
www.reydikrossur.fo, her, Norrøna Felagnum í
Føroyum  og hjá lestrarvegleiðinini í
miðnámsskúlunum.
Tórshavn, 1. februar 2023
UWC Føroyar


02. apríl 2024
Ráðstevna um Nordplus í Føroyum
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Nólsoyar skúla
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Sumbiar skúla
18. mars 2024
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.