Tíðindi

23. februar 2022

UNITED WORLD COLLEGE

At uppliva og gerast partur av einum mennandi og spennandi altjóða
undirvísingarumhvørvi! Ja, so hevur tú møguleika fyri at søkja um upptøku á United World
College í Dali, sum liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.
United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum
skúlanæmingi, ið á sumri 2022 er liðugur í 1. flokki í eini gymnasialari miðnámsútbúgving,
at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða
studentaskúla í Dale í Noregi.
IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 2 ár.
Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur sum eitt føroyskt
studentsprógv.
Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at virka fyri altóða friði og burðadyggari framtíð.
Hetta verður m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa
saman í skúlanum.
Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari
ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.
Ferð aftur og fram millum skúlan og Føroyar verður goldin sambært galdandi reglum hjá
Studna. Upphæddin er í 2022 kr. 3.100.
Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til formannin í UWC Føroyar á telefon
555037 ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri
upplýsingar um skúlan á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no/
Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook.
Umsókn um upptøku á UWC RCN, avtrit av seinastu støðumetunum saman við einari
frágreiðing um teg sjálva/n, ið skal skrivast í umsóknarblaðinum, skulu umvegis teldupost
sendast claus.reistrup@icloud.com í seinasta lagi hósdagin 10. mars 2022.
Upptøkusamrøður við umsøkjararnar verða hósdagin 24. mars 2022, kl 16 í Tórshavn.
Fráboðan um staðið verður send umsøkjarunum.
Umsóknarblaðið um upptøku á UWC RCN er at finna á heimasíðuni hjá
Vegleiðingarstovuni https://vegleiding.fo/, Reyða Krossi www.reydikrossur.fo, https://
undirvising.fo/ og Norrøna Felagnum í Føroyum www.norden.fo.

Umsóknarblaðið er her


Tórshavn, 21. februar 2022
UWC Føroyar


26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Nólsoyar skúla
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Sumbiar skúla
18. mars 2024
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
12. mars 2024
Kt-arkitektur og scrum master til KT-heildarætlanina fyri undirvísinga…
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.