Tíðindi

07. september 2021

Markleys útbúgving

 

Vælumtókta útbúgvingarstevnan Markleys Útbúgving verður 15. september 2021 í Norðurlandahúsinum. Markleys Útbúgving er ein útbúgvingarstevna, har útbúgvingarstovnar greiða frá møguleikum at útbúgva seg. Í ár verður eisini høvi at hoyra meira um karrieruskifti. Orsakað av koronustøðuni, eru bert føroyskir luttakarar til staðar í Norðurlandahúsinum. Okkara útlendsku gestir luttaka talgilt. Tiltakið verður opið fyri næmingum á miðnámi um dagin við einari spennandi skrá.

Klokkan 16 er opið fyri almenninginum. Tá eru karriera og føroyski arbeiðsmarknaðurin á skránni. Fyrilestrarhaldararnir vera Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, sum greiðir frá um karrieruskifti, Eiler Fagraklett, sum er fluttur til Grønlands at arbeiða og Maiken Skarðenni, sum greiðir frá um karrieru og karrieruskifti.  “Karriera” hevur ein breiðari týdning í sambandi við karrieruvegleiðing. Tað fevnir um lívið og lívsumstøður - um gongdina í lestrar- og arbeiðslívinum. “Karriera” umfatar sostatt bæði persónlig og faklig viðurskifti.

Til síðst verður eitt pallborðsorðaskifti, har vit spyrja: “Kann mann velja RØTTU útbúgvingina? Eitt orðaskifti um føroyska arbeiðsmarknaðin og útbúgvingar. Til at skifta orð um spurningin vera Marita Rasmussen, umboð fyri Vinnuhúsið, umboð fyri ALS og Tór Marni Weihe, umboðandi MFS.

Vitjandi fáa høvi at heilsa upp á tey, ið hava bás á Markleysari Útbúgving. Vegleiðingarstovan er væl umboðað sum fyriskipari av tiltakinum, og møguligt verður at fáa avtalu í lag við vegleiðarar um vegleiðing. Eisini eru fleiri føroyskir og útlendskir útbúgvingarstovnar við, ið kunnu greiða frá um júst teirra útbúgvingarleið. Vit vóna, at nógv nýta høvið at luttaka fyri at hoyra um útbúgvingarmøguleikar, og um hvussu ein kann skifta karrieru.

Vælkomin á Markleysa Útbúgving. Tilmelding til Markleysa Útbúgving er á nlh.fo: https://www.nlh.fo/?event=7240/markleys-utbugving-alment-tiltak


26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Nólsoyar skúla
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Sumbiar skúla
18. mars 2024
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
12. mars 2024
Kt-arkitektur og scrum master til KT-heildarætlanina fyri undirvísinga…
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.