Tíðindi

16. mars 2021

Fleiri hava søkt á miðnám

Tá ið freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar var úti á midnátt í gjár, vóru 984 umsóknir komnar inn. Hetta eru 66 umsóknir fleiri enn í fjør, ið er ein vøkstur á 7 prosent. Av teimum 984 umsøkjarunum hava 781 søkt á gymnasialu breytirnar, og 203 hava søkt inn á yrkisnám.

Eins og undanfarin ár eru tað fleiri gentur enn dreingir, ið søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 54 prosent av øllum umsóknunum.

Størsti partur av umsøkjarunum vilja sleppa inn á hug- ella náttúrubreytina. Síðan 2015 eru gentur betri umboðaðar á øllum gymnasialu breytunum uttan á búskaparbreytini og tøknibreytini. Á hesum breytum eru dreingirnir meiriluta við knapt 60 prosentum.
Gentur eru fleiri á heilsu- og námshjálparaútbúgvingunum. Dreingir eru hinvegin, eins og undanfarin ár, munandi fleiri á flestu yrkisútbúgvingunum.

Síðan 2015 hevur talið á umsóknum verið minkandi, men nú sær út til at hendan gongdin er vend. Hóast fleiri umsóknir í ár, eru tað 234 umsóknir færri enn í 2015.

Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar fríggjadagin 23. apríl 2021.


02. apríl 2024
Ráðstevna um Nordplus í Føroyum
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Nólsoyar skúla
26. mars 2024
Starv sum skúlaleiðari í Sumbiar skúla
18. mars 2024
Á leið sama umsøkjaratal á miðnámi
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.