Tíðindi

02. mai 2024

Starvslýsing: Hevur tú hug at ríka gerandisdagin hjá lesandi?

Hevur tú hug til eitt spennandi og áhugavert starv, har tú kemur at taka tær av stuðulsskipanini til føroysk lesandi?

Vit leita eftir einum starvsfelaga, sum trívist væl við at arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir, men eisini megnar at vera liðspælari. Tú leggur dent á at veita eina góða tænastu og leggur orku í at tryggja góða fyrisiting av økinum. 
 
Starvið fevnur millum annað um:

  • Fyrisiting av lestrarstuðli, ferðastuðli, verkætlanarstuðli, ÚSUN og lestrarlán 
  • Umsiting av viðurskiftunum hjá Studna á Vanganum og heimasíðuni
  • Taka lut í avgreiðsluni
  • Umframt aðrar uppgávur innan fyrisiting og menning 
  • Taka lut í øðrum uppgávum í Undirvísingarstýrinum 

Vit vænta, at tú: 

  • Hevur BA í búskapi ella løgfrøði ella viðkomandi akademiútbúgving, til dømis fíggjarbúskap
  • Ert fyrikomandi og hevur góð samstarvsevnir 
  • Hevur góðar førleikar til at arbeiða sjálvstøðugt 
  • Dugir væl at samskifta bæði á føroyskum, donskum og enskum 

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeitt við fyrisiting, málsviðgerð ella samsvarandi. 

Setanar- og lønartreytir 
Starvið er fulltíðarstarv, men annað kann verða avtalað. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Vit eru í eini broytingartilgongd, har tú verður partur av at skipa arbeiðið, við m.a at menna toymisarbeiðið. Tú mást tola møguligar broytingar í starvinum. 
 
Umsókn 
Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast við telduposti á undirvising@uvs.fo ella til:  
Studni, Hoyvíksvegur 72, Postrúm 9, 110 Tórshavn. 
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 22. mai 2024. Starvið verður sett skjótast til ber.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Lív Krogh Arge, tel. 555042. 
 
Studni er partur av Undirvísingarstýrinum og umsitur lestrarstuðul og lestrarlán til lesandi í Føroyum, umframt ferðastuðul til lesandi uttanlands og ÚSUN, sum er lestrarstuðul og lestrarlán til lesandi uttanfyri Norðurlond.


16. mai 2024
Faroese as a second language course for adult newcomers 2024/2025
15. mai 2024
Bára Traustadóttir fyrstilærari í Nólsoyar skúla
06. mai 2024
Ynskir tú at royna eitt nýtt og spennandi starv?
02. mai 2024
Starvslýsing: Hevur tú hug at ríka gerandisdagin hjá lesandi?
Hagtøl
Hagtøl og greiningar fyri skúlaverkið.
Regluverk
Lógir og kunngerðir innan skúlaøkið.
Oyðubløð
Oyðubløð til fólkaskúlar og miðnámsskúlar.